|
Melda teg sum haldara við at trýsta HER. Upplýs Navn, Bústað og Bygd/Bý. Haldaragjald fyri tvey bløð árliga er einans kr. 85,-. |
Síðani 1993 hevur Fróðskaparfelagið givið út populervísindaliga tíðarritið Frøði. Undir Bøkur og rit er ein slóð, har til ber at heinta øll eintøk fram til 2007 ókeypis.
|
Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni
Heimskendi norski antropologurin, Thomas Hylland Eriksen, kemur til Føroya at halda almennur fyrilestur í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikudagin, hin 4. august 2010, klokkan 19.30.
Frøði
Frøði er vísindablaðið fyri øll, ið Fróðskaparfelagið gevur út. Frøði í 2010 kemur at hava nógv fokus á lívfrøðiligt margfeldi. Ætlanin er at, Frøði skal koma út tvær ferðir í ár. Fyrra blaðið kemur út í juni, og fer at innihalda greinar um nógv ymisk evni, so sum hvítravn, náttúran í Havn, gýtingarleið hjá toski og prístal. Ætlanin er, at seinna blaðið kemur út í november, eisini við áhugaverdum og viðkomandi tilfari.
Tíðindaskriv
ST hevur lýst 2010 at vera lívfrøðiligt margfeldnisár. Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldni varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað hann - harímillum Føroyar.
Lívfrøðiligt margfeldni umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar
Á aðalfundi Føroya Fróðskaparfelags varð nýggj nevnd vald.
Nevndin, sum skal virka í komandi ári eru: Helgi Michelsen, kassameistari, og William Simonsen, umframt tríggir nýggir limir, sum vórðu valdir inn í nevndina, Firouz Gaini, næstformaður, Kristin Magnussen, skrivari og til nýggja forkvinnu varð vald Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
Fróðskaparfelag Føroya hevði 28. novembur 2009 árliga aðalfundin. Sum eitt nýtt tiltak í felagum varð fyri fyrstu ferð givið herðaklapp til ein ungan granskara fyri vælgjørt granskingararbeiði.
Melda teg sum haldara við at trýsta HER. Upplýs Navn, Bústað og Bygd/Bý.
Frøði er eitt vísindaligt tíðarrit, har serkøn fólk innan ymsar
frøðigreinir greiða frá granskingarúrslitum á lættlisnum máli.
Blaðið kemur út tvær ferðir um árið. Í leysasølu kostar hvørt blað kr.
48,-. Haldaragjald fyri tvey bløð árliga er einans kr. 85,-.
Føroya Fróðskaparfelag gevur tíðarritið út í samstarvi við føroyskar
granskingarstovnar.
Limir Føroya Fróðskaparfelags eru boðnir til limafund og ársaðalfund 2009, fríggjadagin 27. november 2009 kl. 17 (stundisliga). Fundurin er sum vanligt í skúlastovuni á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð.
